BJARNASTOVA


Sápur & Húðarrøkt
Tilmæli til tín
Um okkum
Vit eru Joen og Katja Remmer og vit reka Bjarnastovu.
Katja framleiðir húðarrøkt og sápur. Endamálið er at veita vørur úr natúrligum tilfari uttan skaðilig evni. Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar, td. barnaeksem, psoriasis ella turra/sarta húð.
Joen fremleiðir ymiskar trævørur, td. skeribrettir. Men eisini bílagdar seruppgávur.
Aftrat hesum hava vit eitt sindur av fræ- og plantusølu, føroyskt framleiddum matvørum, og aðrar heimagjørdar vørur.

Finn okkum
Tú ert vælkomin á gátt í Leynum. Vit hava eina lítla framsýning í gongini, har tú kanst síggja vørurnar og keypa tær. Vit hava ikki framsýning av plantum.
Eg havi ikki fastar upplatingartíðir, men um tú trýstir á leinkið, so síggjast upplatingartíðirnar eina viku fram:
https://maps.app.goo.gl/SHwsy1sFMjWVfESQA
Riggar vístu upplatingartíðir ikki hjá tær, so send mær eini boð á 224219, fyri at vita um eg eri inni.
Vit taka kontantir, Visa og Mastercard.