Hendan salvan hevur betra gevaldugt um mítt psoriasis...
BJARNASTOVA


Sápur & Húðarrøkt
Ummæli
Hetta er besti deodorantur, eg havi roynt - og eg havi roynt nógvar! Hesin angar sooo væl, og heldur allan dagin, og so er hann 100% natúrligur!
(Urtasalva) Hendan salvan hevur betra gevaldugt um mítt psoriasis! Hetta er púra natúrligt, og riggar! Ongin skaðilig og hormonforstýrandi evnir, sum annars typiskt eru í salvum, sum man flr fyri psoriasis. Eg vidmæli hetta til øll, ið stríðast við psoriasis!
(Andlit til feittuta húð) Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur."
Tilmæli til tín

Finn okkum
Tú ert vælkomin á gátt í Leynum. Vit hava eina lítla framsýning í gongini, har tú kanst síggja vørurnar og keypa tær. Vit hava ikki framsýning av plantum.
Eg havi ikki fastar upplatingartíðir,, so send mær eini boð á 224219, fyri at vita um eg eri inni.
Vit taka kontantir, Visa og Mastercard.
Samband
Tú ert vælkomin at skriva til okkara, um tú hevur spurningar – vit svara tær skjótast gjørligt.
Um okkum
Vit eru Joen og Katja Remmer og vit reka Bjarnastovu. Katja framleiðir húðarrøkt og sápur. Endamálið er at veita vørur úr natúrligum tilfari uttan skaðilig evni. Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar, td. barnaeksem, psoriasis ella turra/sarta húð. Joen fremleiðir ymiskar trævørur, td. skeribrettir. Men eisini bílagdar seruppgávur. Aftrat hesum hava vit fræ- og plantusølu, føroyskt framleiddum matvørum, og aðrar heimagjørdar vørur.















