Hendan sápan er gjørd burtur úr tí besta tilfarinum, sum er til, fyri at gera eina andlitssápu til feittuta húð. Virkið kol reinsar milt, men væl og tekur burtur bakteriur á húðini. Tað kann hjálpa upp á typtar poknur. Tea tree er somuleiðis kent fyri sínar bakteriutýnandi eginleikar.
(Les eitt ummæli av sápuni her.)
Nýtsla: Væta andlitið við lunkaðum vatni. Væta barrina og gnýggja hana fyri at fáa kremut skúm. Massera skúmið varisliga um andlitið, ansa eftir eygunum. Skola við køldum vatni og turka húðina uttan at gnýggja.
Hví ikki eisini smyrja tær við okkara andlitsserum?
Innihald: mandluolja, repjuolja, tálg, kokusolja (vistfrøðilig), ricinusolja, kokuskrem
Lit: Virkið kol
Angi: Eteriskar oljur av tea tree, sedristræ og piparmint.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Limonen og linalool
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.
