
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
NÚ BJÓÐA VIT ÓKEYPIS ÚTBERING, TÁ IÐ TÚ KEYPIR FYRI 500 KR. ELLA MEIRA!
Sí vørur - See products
The terms and conditions are in Faroese only. If you have any questions, please contact me.
Bílegging
Tá tú bíleggur á Bjarnastova.fo, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ein juridiskt bindandi avtala millum teg og Bjarnastova.fo.
Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at finna fram gamlar bíleggingar. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á Bjarnastova.fo.
Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar ella ikki vera seldar á Bjarnastova.fo, hoyra vit fegin frá tær.
Prísir
Allir trævørur eru íroknað 25% MVG og í Donskum Krónum (DKK)
Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum og útseldum vørum.
Gjalding
Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti, Paypal ella bankaflyting. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður vøran send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.
Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. Bjarnastova.fo goymir ongar kortdátur. Bjarnastova.fo deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay.
Gjaldast kann við hesum kortum:
Gjaldast kann eisini umvegis bankaflyting á konto í Betri Banki: 9181-000.549.59.56. Bíleggingarnummar og/ella navn á kunda skal viðmerkjast.
Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir bílegging, tilskilar Bjarnastova.fo sær rættin at selja vøruna til annan keypara.
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Ovari Vegi 29, 335 Leynar, eftir avtalu.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-2 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina.
Um bílagt og goldið verður seinni enn kl. 20 hósdag til sunnudag ella á almennum frídegi, verður vøran send komandi yrkradag.
Umbýting
Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki hava verið brúkt/roynt og má ikki vera oyðilagt. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru.
Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til sapukonan@gmail.com, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. (Ikki galdandi fyri sápu, krem og varrafeitt) Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.
Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:
Vinarliga boða okkum frá á sapukonan@gmail.com og send vøruna til: Ovari Vegur 29, 335 Leynar, um avtalu er gjørt um tað. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.
Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni.
Reklamatiónsrættur
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á sapukonan@gmail.com. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni. Skeiva nýtslu kann td. vera at leggja skeribrettið í vatn ella koyra tað í uppvaskimaskinan.
Tú skalt senda okkum ein teldupost á sapukonan@gmail.com og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Bjarnastova.fo rindar afttursendingina, um skaðin er váttaður.
Trúnaður
Fyri at keypa á Bjarnastova.fo, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:
Vit nýta hesar upplýsingar, tá vit skulu veita tær vøruna. Persónsupplýsingar verða goymdar í 5 ár og verða síðani strikaðar. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar er hetta altíð eftir at tú, sum kundi hevur givið samtykki til tess. Tú fært altíð at vita hvørjar upplýsingar skulu nýtast og hví.
Eigarunum, Joen og Katja Remmer, ery tey einastu, sum hava atgongd til hesar upplýsingar um teg. Tú hevur altíð møguleika at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg.
Persónsupplýsingar verða ikki givnir ella seldir víðari til onnur. Teir eru einans goymdir í okkara kundasavni.
Tú kanst til einhvørja tíð biðja um at fáa tínar upplýsingar strikaðar.
Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseta vit tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur.
Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til sapukonan@gmail.com
Cookies
Á Bjarnastova.fo nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika cookies frá tínari eind.
Samband
Bjarnastova Sápur
Ovari Vegur 29
335 Leynar
sapukonan@gmail.com
Tlf: 224219
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.