Urtasalva er til tín, sum stríðist við eksem, viðkvæma húð, psoriasis ella annað.
Salvan er eisini framúrskarandi til smábørn við eksemi, irriteraðari ella reyðari húð. Hjá børn undir 1,5 ár, er best at nýta salva úttan eteriskar oljur. Hevur tú brúk fyri salva uttan anga, so boða mær frá.
Tilfar: Olivinolja, bývoks, sheasmør, mandluolja, rølikur, nigella, nelikur, havra, gøtubrá, summardái, brenninota, hylliblóma, hagasólja
Angi: Eterisk olja av frankincense, lavendul og rosmarín
Framleitt av Bjarnstovu í Leynum.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Linalool og limonen
25 ml.
......