Gev tíni húð nýggjan glóð við kraftini frá náttúruni ✨
Hesin kremurin er gjørdur til tín, ið ynskir eina sunna, bleyta og væl fuktaða húð allan dagin.
Við eini kraftmiklari blandi av hyaluronsýru og glyserin verður fuktin bundin í húðini, so hon heldur seg spenstug og frísk frá morgni til kvølds.
Vit hava útdrigið alkanet-rót í olivinolju. Umframt at geva kreminum ein vakran lit, virkar hon ótrúliga linnandi og bøtar irritatión og reyða húð.
Við bæði B- og E-vitamini fær tín húð eina sterka verju móti umhvørvisligum árinum, samstundis sum natúrliga grøðingin hjá húðini verður styrkt.
Tær ektaðu eterisku oljurnar frá rósu og morgunfrúu geva ikki bara ein mildan og luksuriøsan anga, men virka eisini sissandi og endurnýggjandi á andlitið.
Tilfar: destillerað vatn, glyserin, olivinolja við úrdrðáttur úr alkanet, olivinolja við úrdrátti av balsamøsp, sólblómuolja við úrdrátti av rosu, b-vitamin, e-vitamin, hyaluronicsýru, e-voks, haldevni. Eteriskar oljur: Rósa og morgunfrúa
Les meira um hyaluronicsýra her.
Av tí at allar vørurnar eru hondgjørdar í smáum mongdum, kunnu munir vera á liti og skapi. Hetta hevur onga ávirkan á vøruna. Í hesum dagkreminum kunnu smáir, bleytir gelémolar av hyalurónsýra koma fyri, sum bara skulu smyrjast út á húðina sum vanligt.
30 ml