Tá ið vit gerast eldri broytist húðin. Hon gerst turrari og ósmidligari og rukkurnar leggjast til. Tá ið tað hendir, skal mann kanska broyta eitt sindur upp á húðrøktina og velja produktir, sum eru mildari og geva meira vætu til húðina.
Tað eru serliga rósuberju, argan, jojobu, ricinus- og náttlýsisoljurnar, sum ger hetta til ein luxusolja. Ein olja, sum verjir og hjúklar um húðina.
Um tú hevur psoriasis ella eksem, so royn at vita um Oljan kann hjálpa tær.
Eg viðmæli at vaska sær um andlitið um kvøldið við andlitssápa, td. til turra húð, (sí her) og síðani nýta andlitsoljan. Oljan verjir og mýkir húðina og strammar upp. Tippir ikki poknurnar.
Goym turt og myrkt.
Tilfar:
Jojobaolja
Arganolja
Avokadoolja
Rósuberjaolja
Náttlýsisolja
Ricinusolja
Sólblómuolja
Eterisk olja av rósu, rósugeraniumi og geraniumi
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi:
E-vitaminolja
Inniheldur 20 ml