Henda sápan er gjørd burtur úr tí besta tilfarinum, sum er til, fyri at gera eina andlitssápu. Ljósareytt leir, sum reinsar milt, men væl, er koyrt í. Tað kann hjálpa upp á typtar poknur uttan at húðin tornar. Riggar væl til sarta og turra húð. Olivinoljan linna um turra húð.
Nýtsla: Væta andlitið við lunkaðum vatni. Væta barrina og gnýggja hana fyri at fáa kremut skúm. Massera skúmið varisliga um andlitið, ansa eftir eygunum. Skola við køldum vatni og turka húðina uttan at gnýggja.
Hví ikki eisini smyrja tær við okkara andlitskremi ella andlitsserum?
Innihald:
Avokaduolja, kokusolja, ricinusolja, olivinolja, sheasmør, kokuskrem
Litir: Ljósareytt og lilla leir
Angi: Appilsin, leim, lavendul eteriskar oljur
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Limonen, linalool og citral, geraniol
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.
