
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðarrøkt, smáar trævørur, fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
Sí vørur - See products
Tá ið kvinnur gerast eldri, og serliga tá ið skiftisárini koma, broytist húðin. Hon gerst turrari og ósmidligari og rukkurnar leggjast til. Tá ið tað hendir, skal mann kanska broyta eitt sindur upp á húðrøktina og velja produktir, sum eru mildari og geva meira vætu til húðina.
Eg viðmæli at vaska sær um andlitið um kvøldið við andlitssápuni til turra húð, (sí her) og síðani nýta andlitsserumið. Serumið verjir og mýkir húðina og strammar upp. Tippir ikki poknurnar.
Tað eru serliga rósuberju- og náttlýsisoljurnar, sum riggar væl til turra ella tilkomna húð.
Og so brúki eg sjálv okkara body butter til andlitið sum dagkrem og tað riggar ser væl, eisini undir foundation.
Goym turt og myrkt.
Tilfar:
Mandluolja
Hampaolja
Avokadoolja
Rósuberjaolja
Náttlýsisolja
Ylang ylangolja
Morgunfrúaolja
E-vitaminolja
Inniheldur 20 ml
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.