Um tú vilt ansa hárið og ikki vaska tað ov ofta, kanst tú brúka turrsjampo.
Hetta turrsjampoíd er einfalt og inniheldur einans 100% natúrlig evni. Inniheldur knúst rosmarin og morgunfrúu, sum bæði virka grøðandi og styrkjandi fyri hár og hárbotn.
Turrsjampo virkar á tann hátt, at tað sýgur upp eyka feittið í hárbotninum og á hárstráunum, uttan at turka húðina ella hárið út. Tað fær beinanvegin hárið at síggja meira nývaskað út og tað gevur fyllu.
Soleiðis gert tú: Brúka ein gamlan makeup-bust, sum tú dyppar í turrsjampoið, rista varliga og duppa tað síðani í hárbotnin, har hárið er feittut. Greið síðani hárið. (Tú kanst eisini taka eitt sindur á fingrarnar og gníggja tað í hárbotnin, um tú ikki hevur eina bust).
Tað kann vera gott at gera hetta, áðrenn tú fer í klæðini, ella at leggja eitt handklæði um herðarnar, meðan tú gert tað. Legg ikki ov nógv á í senn.
Fæst í løtuni í tveimum litum: Ein ljósur til ljóst/grátt hár og ein millumbrúnur til myrkari hár.
Tilfar: Ørvarrót (arrowroot), natron, rósmarin, morgunfrúa. Eterisk olja: piparmint og rósmarin. (Í myrka útgávan er eisini kakao)
Nøgd: 100 ml