Latin: Digitalis. (Fingerbøl á donskum)
Revabjøllur er ein tveyáraplanta, men av tí hon sáar sær sjálva, verður hon vanliga mett sum ein stauda, av tí hon kemur aftur og aftur.
Planturnar eg selji eru sádd í 2024 ella 2025 og hevur staðið úti alt veturin.
Plantan verður ca. 1 m. Blómurnar eru ljósareyðar ella hvítar - eg kann tíverri ikki frammanundan vita hvat farvan er.
Plantur kunnu nú sendast við Posta! Ella heintast ókeypis í Leynum.
Framleidd av Bjarnastovu í Leynum. Planturnar hava staðið óvardar úti alt árið og eru vandar við tað føroyska veðurlagið. Myndin er av fullvaksnari og blómandi plantu. Plantan, sum tú keypir, skal vaksa til, og tað er ikki vist, at hon blómar enn.