Lekkur vætugevandi og sera mild sápa, sum fer væl við húðina. Skúmandi og kremut. 100% natúrligt tilfar.
Tilfar:
Mangosmør
Ricinusolja
Kokusolja (vistfrøðilig)
Pálmufruktolja
Repjuolja
Eteriskar oljur: Piparmint og rósmarin
Lit: Pálmufruktolja
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Limonen, citral, geraniol og linalool
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.
