Til tín: sum vil hava 100% natúrligt tilfar og eina sera milda sápu. Kann brúkast um allan kroppin, eisini um andlitið. Uttan anga!
Olivinsápa hevur gjøgnum allar tíðir verið róst fyri sínar góðu eginleikar. Og rætt er! Úr olivinolju fæst eina sera milda sápu. 70% olivinolja (griksk jomfrúolja) er í hesari.
Olivinolja gevur eitt kremut skúm, men at kalla ongar bløðrur. Flest okkara dámar eina sápu, sum skúmar við nógvúm lekrum bløðrum, so tí er eisini eitt sindur av kokusolju og ricinusolju latið í, tær geva lekrar sápubløðrur.
At enda - so er bivaks eisini í sápuni. Húðin tekur ikki við bivaks, tí legst tað sum eitt tunt lag omaná og ger, at húðin tornar minni. Bivaks hevur antibakteriellar eginleikar, er soppdrepandi og grøðir sár.
Inniheldur:
Olivinolju
Ricinusolju
Kokusolju
Morgunfrúa
Bivaks (vistfrøðiligt)
Litir: Grønt leir, virkið kol
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.