Fitt miðal stødd skeribretti úr endurnýttum viði.
Skeribrettið er gjørt burtur úr avkappaða stubbanum av einum límtræsbjálka, sum pápi mín legði í húsini á Túgvunum í Hovi í áttatiárunum.
Stubbin skuldi brennast, men passaði ikki í ovnin, og lá tí í kjallarinum øll hesi árini.
Jeg skar hann sundur og setti hann saman aftur til trý skeribretti.
Røkt: Set ikki brettið í uppvaskimaskinu og drep tað eiheldur niður í vatn. Frægast er at turka tað við lappa og nýta sum minst av sápu. Smyr javnan turt bretti báðumegin við matarolju.
Stødd ca: 39 x 26 x 3 cm.