Lekkur vætugevandi og sera mild sápa, sum fer væl við húðina. Kann eisini brúkast um tú hevur rosacea, psoriasis ella reaktiv húð. Skúmandi og kremut. 100% natúrligt tilfar.
Tilfar:
Sheasmør
Ricinusolja
Kokusolja (vistfrøðilig)
Sólblómuolja
Repjuolja
Havri
Hunang
Eteriskar oljur: Evkalyptus, leim, appilsin, rósmarin
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Limonen, citral, geraniol og linalool
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.
