Send eina gávu beinleiðis til onkran, tú ert góður við. Í eskjuni passa i mesta lagi 2 sápur og 4 sápumottar.
Soleiðis gert tú:
Bílegg 1 ella 2 sápur. Tú kanst eisini bíleggja upp til 4 sápumottar.
Legg eisini 1 gávueskju í vørukurvina!
Tá ið tú fert til vørukurvina at gjalda, skrivar tú navn og adressu á viðkomandi, sum skal hava gávuna. Í "viðmerkingar" skalt tú skriva eina heilsan til viðkomandi, sum eg leggi saman við sápunum.
Eg pakki so sápurnar pent í eskjuna við silkipappíri, leggi pappír um eskjuna og sendi hana.
Eg kann eisini senda gávupakkan til tín, so nýtist tær ikki skriva eina heilsan, tá ið tú bíleggir.
Og sjálvandi ber eisini til at heinta gávupakkan her í Leynum.
Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til mín á: sapukonan@gmail.com
Keypir tú bert eskjan, verður honn sent flatan til tín, og tú mást sjálvur falda hana.