Visti tú, at burtur úr geitamjólk gerast suuuper sápur? Mjólkin gevur eina milda, verjandi og vætugevandi sápu, sum inniheldur mineral, vitaminir og kveikar (enzymir), sum eru góð fyri húðina. Sápan er úr 100% natúrligum tilfari og ein av teimum mest dámdu her í handlinum.
Inniheldur:
Olivinolju
Sólblómuolju
Shea smøri
Ricinusolju
Kokusolju
Geitamjólk
Angi: Lavendul, Sedristræ, Rósmarin eterisk olja
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Linalool, limonen og geraniol
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.