Flus kemur av ymsum orsøkum, men vanligasta grundin er yvirvøkstur av gersoppinum Malassezia furfur. Fólk við psoriasis ella seborrheiskari húðsjúku fáa ofta eisini flus.
Ein triðja orsøk kann eisini vera kontaktdermatitis orsakað av nýtslu/ovurnýtslu av hárproduktum.
Hvør orsøkin so enn er, kann ein urtaolja hjálpa nógvum fólkum at fáa javnvág aftur í hárbotnin. Ein urtaolja er gjørd við ymsum urtum, sum hvør sær kunnu hjálpa til við at lekja hárbotnin.
Nýtsla:
Legg 10-20 dropar av oljuni í lógvan. Smyr oljuna á fingrarnar og byrja at massera hana inn í hárbotnin. Endurtak, til øll øki, ið eru rakt av flusi, eru smurd við olju. Lat virka í minsta lagið ein tíma í senn. Tú kanst eisini sova við oljuni um náttina og vaska hana úr um morgunin.
Endurtak viðgerðina hvønn dag, til problemið batnar.
Tilfar:
Rósuberjaolja, ricinusolja, sólblómuolja, neemolja, e-vitaminolja. Urtir: Arctium lappa, verbascum thapsus, trigonella foenum-graecum, sapindus mukorossi, rhododendron tomentosum. Eterisk olja av rósmarin, tea tree, sedristræ, piparmynta
Inniheldur 20 ml
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: