Dámar manni, pápa, beiggja ella soni tínum ikki sápu, sum angar av blómum? No problem! Hetta er ein mannfólkasápa! Akkurát líka luxus sum konufólkasápurnar, men hon hevur mannsligan dám!
Sápan smyr húðina og gevur henni vætu.
Inniheldur: shea smør, olivinolju, kokusolju, ricinusolju, pálmuolja (vistfrøðilig)
Litir: Leir, virkið kol
Angi: Eteriskar oljur úr sedristræi, evkalyptus, rósmarin og lavendul
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Farnesol, limonen, citral, geraniol og linalool
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.