Snøgt skeribretti úr føroyskari grann, gott at karva niður á.
Fyri nøkrum árum síðani var ein stór grann høgd niður inni á Fjørð í Vestmanna. Jeg fekk eina longd av bulinum, sum jeg turkaði væl.
Nýliga skar eg bulin upp í minni stokkar og síðani puntar, sum jeg setti saman til hetta sjáldsama skeribrettið.
Røkt: Set ikki brettið í uppvaskimaskinu og drep tað eiheldur niður í vatn. Frægast er at turka tað við lappa og nýta sum minst av sápu. Smyr javnan turt bretti báðumegin við matarolju.
Stødd: 32,5 x 31,5 x 4 cm.