Stórt kvadratiskt skeribretti úr endurnýttum viði, gott at karva niður á.
Okkurt um 1970 var ein trappa bíløgd til eini hús á Heimasta Horni í Havn. Eitt trin leyp av og varð sett til viks. Fyri stuttum kom tað undan kavi aftur, og jeg slapp at skera tað sundur og seta tað saman aftur til hetta sjáldsama skeribrettið.
Runt kantarnar liggur ein rípa úr mahogni, leivdum av eini altanhurð, som bleiv kolldømd, tí hon lak.
Røkt: Set ikki brettið í uppvaskimaskinu og drep tað eiheldur niður í vatn. Frægast er at turka tað við lappa og nýta sum minst av sápu. Smyr javnan turt bretti báðumegin við matarolju.
Stødd: 32,5 x 32,5 x 4 cm.