OLIVIA SÁPAN: Til tín: sum vil hava 100% natúrligt tilfar og eina sera milda sápu. Kann brúkast um allan kroppin, eisini um andlitið. Uttan anga!
Olivinsápa hevur gjøgnum allar tíðir verið róst fyri sínar góðu eginleikar. Og rætt er! Úr olivinolju fæst eina sera milda sápu. 70% olivinolja (griksk jomfrúolja) er í hesari.
Bývoks er eisini í sápuni. Húðin tekur ikki við bývoks, tí legst tað sum eitt tunt lag omaná og ger, at húðin tornar minni. Bývoks hevur antibakteriellar eginleikar, er soppdrepandi og grøðir sár. Les meira her.
OLJAN: 100% natúrligt tilfar til sarta barnahúðina. Stimbrandi olja, sum varðveitir natúrligu fuktina og smidleikan í húðini. Kann brúkast til skónir (arp) og blæuútbrot. Kann eisini brúkast í baðnum og til massagu.
Bað: Lat 10-20 dropar av oljuni í baðivatnið. Duppa barnið turt aftan á baðið.
Massagu/røkt: Nýt eitt sindur av olju, sum tú heldur er passaligt, og massera húðina varisliga.
Ella smyr eitt sindur av olju á blæuútbrotið ella skónina. Les meira her.
FEITTKREMIÐ:
Feittkrem! Tað er FANTASTISKT!
Kremið er virkuliga lekkurt og kann viðmælast teimum, sum hevur turra og sarta húð. Riggar væl á turrar albogar og hælir. Eg havi fingið afturmeldingar um, at kremið riggar sera væl til barnaeksem!
Les meira her.
Innihald:
Oliva (sápa)
Pinkubarnaolja
Tálgarkrem