Ein 100% natúrlig sápa, inniheldur bert tilfar, sum er 'framleitt' av nattúruni sjálvari. Tvs. at luktilsið, ið er brúkt, bara er eteriskar oljur, og litirnar bara eru natúrligar plantulitir, leir ella miniralir. Hetta eru sápur uttan svans! 😄 Natúrligar sápur eru til tín, sum hevur sarta húð. Hevur tú 0vurviðkvæmi, er tó best at brúka sápurnar, sum er uttan anga.



