Lekkur vætugevandi sápa, sum fer væl við húðina. Hon angar av sitrón, greypfrukt, sedristræ og sitróngrasi og riggar tí eisini væl sum mannfólkasápa. Skúmandi og kremut og við skrubb til skitnar hendur. 100% natúrligt tilfar.
Tilfar:
Ricinusolja, Kokusolja, Olivinolja, Tálg, Repjuolja, Pálmaolja, Valmúufræ
Lit: Gurkumaia, kol
Pyntað við vistfrøðiligari sitrón
Angi: Eteriskar oljur av leim, sitrón, sitróngrasi og sedristræ.
Framleitt av Bjarnastovu í Leynum.
Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Citral, geraniol, linalool, citronellol, limonen og eugenol
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndini. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.