Tað er ikki meira enn rímiligt at rópa hana Kokus, tí hon inniheldur nóóógv kokusolju og eisini kokusmjólk Annars inniheldur hon jojobaolju, hampaolju og kaffigrugg (tað gevur eitt sindur av skrubb). Sápan er gjørd soleiðis, at hon vaskar eyka væl, men uttan at torna húðina.
Ein hørð sápa við nógvum, kremutum skúmi. Angin er Lavendul og Leim. Krossa av um tú vilt hava sápu við snóri i.
Tilfar:
Kokusolja
Ricinusolja
Sheasmør
Kokusmjólk
Litir:
Indigo plantulit
Føroysk brenninota
Kaffigrugg
Angi: Eteriskar oljur av Lavendli og Leim
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari turra sápumottu.
Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndin. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.