
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðarrøkt, smáar trævørur, fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
Sí vørur - See products
Tálgarkrem! Tað er FANTASTISKT!
Kremið er virkuliga lekkurt og kann viðmælast teimum, ið fiska ella annars eru nógv úti í kulda, vindi og regni. Ella til tín, sum rokast í urtagarðinum. Ella bara til tín, sum hevur sera turra húð.
Riggar eisini væl á turrar albogar og hælir. Riggar eisini sera væl til barnaeksem.
Tálgarluktur gongur at, men hann er ikki rámur, og tú venur teg við hann.
Tilfar:
Tálg
Hampaolja
Sólblómuolja
Angi: -
Inniheldur 100 ml.
....
Tallow creme/butter is absolutely fantastic for protecting dry, cracked skin. Perfect for the fisherman, or anyone being exposed to cold, wet or windy weather.
Use it for cracked heels or elbows.
The tallow has a smell from the sheep, that can be surprising at first, but you will soon get used to it. And as the creme is absorbed by the skin, the tallow scent will be less noticable, and the citrus smell will be more evident.
Ingredients:
Sheep tallow
Hemp oil
Sunflower oil
Unscented
Contains 100 ml.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.