
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
Sí vørur - See products
"Súrepli" er ein deilig sápa, sum angar av .. ta-daaa: súrepli.
En lekkur, frískur angi. Oljurnar olivin og mandul eru vætugevandi og røkta húðina, og sama er galdandi fyri sheasmørið. Sápan er klár at brúka 13.a juli.
Tilfar:
Mandluolja
Ricinusolja
Olivinolja
Kokusolja
Shea smør
Mica litevni (make-up safe)
Angi: Súrepli luktilsi*
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
........
Súrepli means apple, and that is what this soap smells like - a fresh, crisp green apple!
The soap is nourishing and mousturzing, and creates nice, creamy lather.
Ingredients:
Sweet almond oil
Castor oil
Olive oil
Coconut oil
Shea butter
Dyed with mica powder
Scented with a green apple fragrance oil
REMEMBER! Don't let homemade soap sit in water, but let it drain and dry thoroughly between uses! This will prevent the soap from getting soggy, and will make it last longer.
---
* Sápuluktilsi er framleitt til sápu. Sjálvt um luktilsið er kannað og góðkent til brúk í húðrøkt, kann tað elva til ovurviðkvæmi, um mann hevur sera sarta húð ella lyndi til ovurviðkvæmi og kann, um tað verður slept í stórum nøgdum, dálka umhvørvið.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.