
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
NÚ BJÓÐA VIT ÓKEYPIS ÚTBERING, TÁ IÐ TÚ KEYPIR FYRI 500 KR. ELLA MEIRA!
Sí vørur - See products
TIL TÍN: ið vil hava eina rakisápu, sum er gjørd burtur úr 100% natúrligum tilfari og sum fuktar og mýkir húðina. Evnað sóleiðis at rakarin glíðir lættari eftir húðini. Sápan skúmar væl við tjúkkum, kremutum skúmi. Skal brúkast við rakikusti. Stødd: Ø47 mm.
Skalt tú ferðast? Til ber at keypa eitt hóskandi ílat (sum á myndini) at hava sápuna í. Ø55mm. Trýst her.
Tilfar:
Kokusolja
Kakaosmør
Ricinusolja
Soja
Angi: Sedristræ og rósmarin eterisk olja
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
....
This natural shaving soap, leaves your skin smooth and hydrated. It creates a thick, creamy lather, that makes it a breeze to shave. The soap is made for traditional shaving with a shaving brush.
Ingredients: (100% natural)
Coconut oil
Cocoa butter
Castor oil
Soy
Scented with cedarwood and rosemary essentail oil
REMEMBER! Don't let homemade soap sit in water, but let it drain and dry thoroughly between uses! This will prevent the soap from getting soggy, and will make it last longer.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.