
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
NÚ BJÓÐA VIT ÓKEYPIS ÚTBERING, TÁ IÐ TÚ KEYPIR FYRI 500 KR. ELLA MEIRA!
Sí vørur - See products
OLIVIA SÁPAN: Til tín: sum vil hava 100% natúrligt tilfar og eina sera milda sápu. Kann brúkast um allan kroppin, eisini um andlitið. Uttan anga!
Olivinsápa hevur gjøgnum allar tíðir verið róst fyri sínar góðu eginleikar. Og rætt er! Úr olivinolju fæst eina sera milda sápu. 70% olivinolja (griksk jomfrúolja) er í hesari.
Bývoks er eisini í sápuni. Húðin tekur ikki við bývoks, tí legst tað sum eitt tunt lag omaná og ger, at húðin tornar minni. Bývoks hevur antibakteriellar eginleikar, er soppdrepandi og grøðir sár. Les meira her.
OLJAN: 100% natúrligt tilfar til sarta barnahúðina. Stimbrandi olja, sum varðveitir natúrligu fuktina og smidleikan í húðini. Kann brúkast til skónir (arp) og blæuútbrot. Kann eisini brúkast í baðnum og til massagu.
Bað: Lat 10-20 dropar av oljuni í baðivatnið. Duppa barnið turt aftan á baðið.
Massagu/røkt: Nýt eitt sindur av olju, sum tú heldur er passaligt, og massera húðina varisliga.
Ella smyr eitt sindur av olju á blæuútbrotið ella skónina. Les meira her.
TÁLGARKREM:
Tálgarkrem! Tað er FANTASTISKT!
Kremið er virkuliga lekkurt og kann viðmælast teimum, sum hevur sera turra húð. Riggar væl á turrar albogar og hælir. Eg havi fingið afturmeldingar um, at kremið eisini riggar sera væl til barnaeksem!
Tálgarluktur gongur at, men hann er ikki rámur, og tú venur teg við hann. Les meira her.
Innihald:
Oliva (sápa)
Pinkubarnaolja
Tálgarkrem
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.