
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
NÚ BJÓÐA VIT ÓKEYPIS ÚTBERING, TÁ IÐ TÚ KEYPIR FYRI 500 KR. ELLA MEIRA!
Sí vørur - See products
Ein 100% natúrlig sápa, inniheldur bert tilfar, sum er 'framleitt' av nattúruni sjálvari. Tvs. at luktilsið, ið er brúkt, bara er eteriskar oljur, og litirnar bara eru natúrligar plantulitir ella miniralir. Hetta eru sápur uttan svans! 😄 Natúrligar sápur eru til tín, sum hevur sarta húð og ikki væl tolir syntetiskt tilfar. Hevur tú 0vurviðkvæmi, er tó best at brúka sápurnar, sum er uttan anga.
ENGLISH. What I mean by a 100% natural soap, is, that the ingredients are nature-made. In other words, the scents are only plant derived, so called essential oils, and the dyes are from plants or minirals. No fuss soaps! These are for you with skin sensitive to syntetic ingredients. If you suffer from fragrance allergy, you should choose my no-scent soaps.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.