
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
Sí vørur - See products
Til tín, sum vil hava eina sápu, sum ikki bert er lekkur at brúka, men eisini er eitt lítið listaverk. Hon innihaldur millum annað sheasmør og olivinolju, sum smyrja og verja húðina. Hon angar av greypfrukt og tea tree. Unisex angi. Lekkurt skúmandi og kremut.
Sum hond- og kroppssápa, riggar hon til vanliga, turra og feittuta húð. Sum andlitssápa riggar hon serliga væl til vanliga og turra húð.
Tilfar:
Olivinolja
Kokusolja
Ricinusolja
Pálmaolja (RSPO og vistfrøðilig)
Shea smør
Lit: Virkið kol og mica
Angi: Greypfrukt og Tea Tree eterisk olja
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
......
The olive oil, palm oil and shea butter gives you a moisturizing, conditioning soap. For your hands and body it's an all purpose soap. As a facial soap it's suitable for dry and normal skin.
Ingredients:
Castor oil
Coconut oil
Olive oil
Palm oil (RSPO - Organic)
Shea butter
Dyed with activated charcoal and mica
Scented with Grapefruit and Tea Tree essential oils
REMEMBER! Don't let homemade soap sit in water, but let it drain and dry thoroughly between uses! This will prevent the soap from getting soggy, and will make it last longer.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.