
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
NÚ BJÓÐA VIT ÓKEYPIS ÚTBERING, TÁ IÐ TÚ KEYPIR FYRI 500 KR. ELLA MEIRA!
Sí vørur - See products
Lekkur vætugevandi sápa, sum fer væl við húðina. Hon angar av sitrón, greypfrukt, evkalyptus og sitróngrasi. Skúmandi og kremut. 100% natúrligt tilfar.
Tilfar:
Ricinusolja
Kokusolja (vistfrøðilig)
Sólblómuolja
Tálg
Rapsolja
Valmúufræ
Lit: Gurkumaia
Angi: Eteriskar oljur av leim, sitrón, sitróngrasi, evkalyptus og patchouli.
Pyntað við vistfrøðiligari sitrón og valmúufræi
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
————
ENGLISH
You get some of the best, nourishing soaps when you use sheep tallow, and the tallow I use, comes from the grassfed sheep of the Faroe Islands. It's organicly farmed sheep, that lives outside all year round.
Tallow soaps are hard, longlasting and moisturizing. With a rich, creamy lather.
This soap conatins 100% natural ingredients.
Sheep tallow
Castor oil
Sunflower oil
Coconut oil
Canola oil
Poppyseeds for some exfoliation
Scented with Lime, Lemon, Lemongrass, Eucalyptus and Patchouli essential oils.
Dyed with Turmeric
REMEMBER! Don't let homemade soap sit in water, but let it drain and dry thoroughly between uses! This will prevent the soap from getting soggy, and will make it last longer.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.