
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðrøkt, smáar trævørur, plantur/fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
NÚ BJÓÐA VIT ÓKEYPIS ÚTBERING, TÁ IÐ TÚ KEYPIR FYRI 500 KR. ELLA MEIRA!
Sí vørur - See products
Til tín: sum vil hava eina lekkra vætugevandi sápu, sum fer væl við sarta húð.
Lekkurt skúmandi og kremut. Kan nýtast sum hond-, kropp- og andlitssápu og riggar til vanliga, turra og feittuta húð. Hon er uttan anga. Sápan inniheldur kaolin leir, sum reinsar húðina varisliga, og havra, sum kann minka um bruna.
Tilfar: (100% natúrligt)
Olivinolja
Kokusolja
Ricinusolja
Pálmaolja (RSPO og vistfrøðiligt)
Shea smør
Havri
Kaolin leir
Lit: Leir, virkið kol
Angi: -
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
......
This is a. soap for you who has sensitive skin. The olive oil, palm oil and shea butter gives you a moisturizing, conditioning soap. It can be used for hands, body and face, and all skin types.
The soap contains caolin clay, that gently rinses your skin, and collodial oats, that can help with acne and inflammation in the skin.
Ingredients:
Castor oil
Coconut oil
Olive oil
Palm oil (RSPO - Organic)
Shea butter
Caolin Clay
Collodial oats
Dyed with activated charcoal and purple clay
Scent: No scent
REMEMBER! Don't let homemade soap sit in water, but let it drain and dry thoroughly between uses! This will prevent the soap from getting soggy, and will make it last longer.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.