
Vælkomin til nethandilin hjá Bjarnastovu. Her finnur tú natúrliga húðarrøkt, smáar trævørur, fræ og bundin pløgg - alt hondgjørt í Leynum.
Í tann mun tað ber til, nýta vit føroyskt tilfar til tað, vit framleiða. Allar vørur eru í avmarkaðum nøgdum.
Sí vørur - See products
Henda sápan er gjørd burtur úr tí besta tilfarinum, sum er til, fyri at gera eina andlitssápu. Ljósareytt leir, sum reinsar milt, men væl, er koyrt í. Tað kann hjálpa upp á typtar poknur uttan at húðin tornar. Riggar væl til sarta og turra húð. Olivin- og víndrúvukjarnuoljan linna um turra húð.
Nýtsla: Væta andlitið við lunkaðum vatni. Væta barrina og gnýggja hana fyri at fáa kremut skúm. Massera skúmið varisliga um andlitið, ansa eftir eygunum. Skola við køldum vatni og turka húðina uttan at gnýggja.
Hví ikki eisini smyrja tær við okkara andlitskremi? Trýst her.
(Sápan kemur aftur í nethandlinum 5 desembur)
Innihald:
Olivinolja
Víndrúvukjarnuolja
Tálg
Kokusolja (vistfrøðilig)
Ricinusolja
Bivaks (vistfrøðiligt)
Kokusmjólk (vistfrøðilig)
Litir: Ljósareytt og lilla leir
Angi: Appilsin, leim, lavendul og patchouli eteriskar oljur
MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari sápumottu.
---
ENGLISH:
New soap, ready to use from 4.th of october.
Facial soap for dry skin.
The ingredients in this soap are designed to help cleanse your skin, without leaving it dry.
The essential oil has anti-bacterial and astringent properties and boosts circulation in the skin.
The soap contains:
Olive oil
Coconut oil (organic)
Castor oil
Lambs tallow
Grapeseed oil
Beeswax (organic)
Coconut milk (organic, full-fat)
Dyed with pink and purple clay
Scented with Sweet Orange, Lime, Patchouli and Lavender essential oils
REMEMBER! Don't let homemade soap sit in water, but let it drain and dry thoroughly between uses! This will prevent the soap from getting soggy, and will make it last longer.
"Míni 12 og 14 ára gomlu brúka sápuna til feittuta og pirruta húð. (Andlit til feittuta húð) Hava roynt alt møguliga, so av tilvild sá eg hesa sápuna og so bleiv hon keypt. Hendan sápan er tað einasta sum hevur hjálpt við at halda pirrum vekk. Sera góð sápa, verður keypt aftur." - 29.08.2022
"Sápurnar eru sera sera góðar, tær liva veruliga upp til tað, sum tær eru gjørdar til.Hársápan er sera góð, virkar væl til feittut hár. Kann so avgjørt mæla øðrum til at keypa frá tykkum." 25.08.2022
"Eg havi keypt frá Bjarnastovu 3 ferðir nú, og eg havi verið so væl nøgd hvørja ferð 😍 Eg keypi bara harða uppvaskisápu, (Uppvask) síðan eg fyrstu ferð royndi tað, og hand/kroppsápurnar eru eisini SO lekkrar! - L.A. 04.06.2022
Joen & Katja Remmer
Snikkarin og Sápukonan
Bjarnastova er ein familjufyritøka, sum tekst við hondarbeiði, snikkarí, úrdrátti úr urtagarði, jarðbrúki og sum hevur eitt mikro-breyðbakarí. Og vit framleiða sápur.
Eg geri sápur úr natúrligum tilfari, so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi.
Tilfarið, sum verður brúkt, hevur góðar eginleikar fyri húðina og fleiri av sápunum hava hjálpt fólk, íð hava húðtrupulleikar.