Vælkomin til okkara nýumvældu nethandil! Lat okkum hátíðahalda við góðum tilboðum!
Risastórt skeribretti úr grann, gott at karva niður á.
Inni á fjørð í Vestmanna varð eitt stórt granntræ høgt niður fyri nøkrum árum síðani. Jeg slapp at taka eitt stykki av bulinum, og tá ið hann var tornaður, skar jeg hann sundur og setti puntar saman til hetta sjáldsama vakra skeribrettið.
Røkt: Set ikki brettið í uppvaskimaskinu og drep tað eiheldur niður í vatn. Frægast er at turka tað við lappa og nýta sum minst av sápu. Smyr javnan turt bretti báðumegin við matarolju.
Stødd: 47 x 32,5 x 4 cm.