Vælkomin til okkara nýumvældu nethandil! Lat okkum hátíðahalda við góðum tilboðum!
Send eina gávu beinleiðis til onkran, tú ert góður við. Í eskjuni passa i mesta lagi 2 sápur og 4 sápumottar.
Soleiðis gert tú:
Bílegg 1 ella 2 sápur. Tú kanst eisini bíleggja upp til 4 sápumottar.
Legg eisini 1 gávueskju í vørukurvina!!
Tá ið tú fert til vørukurvina at gjalda, skrivar tú navn og adressu á viðkomandi, sum skal hava gávuna. Í "viðmerkingar" skalt tú skriva eina heilsan til viðkomandi, sum eg leggi saman við sápunum.
Eg pakki so sápurnar, og sendi pakkan við Posta.
Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til mín á: sapukonan@gmail.com