Vælkomin til okkara nýumvældu nethandil! Lat okkum hátíðahalda við góðum tilboðum!
Hetta er eitt krempetti, sum riggar akkurát sum flotandi krem (bodylotion). Av tí at hetta kremið ikki inniheldur vatn, noyðist ikki at lata konserveringsevni i. Tú fært tí eitt 100% natúrligt krem, uttan skaðilig evni.
Nýtsla: Gnýggja pettið millum lógvarnar og massera inn í húðina við varligum, rundum rørslum. Smyr á lætt vætaða húð, aftaná tú hevur verið í bað. Hav altíð reinar og turrar hendur. Goym turt - helst ikki í beinleiðis sólarljósi. Hetta pettið riggar best til allar húðartýpur.
Skalt tú ferðast? Til ber at keypa eitt hóskandi ílat (sum á myndini). Ø55mm. Trýst her.
Tilfar:
Sheasmør
Mangosmør
Kokusolja
Bývoks
E-vitminolja
Angi: Morgunfrúa eterisk olja